Søkt verður eftir: Lærara at undirvísa í viola, violin og samanspæli 10 tímar um vikuna í Tórshavnar Musikkskúla.
Lærara at undirvísa í klaveri, rytmiskum tónleiki og at leiða barnakór tilsamans 10 tímar um vikuna í Stranda Musikkskúla og at leiða kór í rytmiskum tónleiki 7 tímar um vikuna í Tórshavnar Musikkskúla.
Lærara at undirvísa í klaveri og rytmiskum tónleiki 20 tímar um vikuna í Tórshavnar Musikkskúla.
Lærara at undirvísa í klaveri 12 tímar um vikuna í Suðuroyar Musikkskúla.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2025/2026.
Lærara at undirvísa í gittar 6 tímar um vikuna í Musikkskúlanum í Vági.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2025/2026.
Lærara at undirvísa í gittar 6 tímar um vikuna í Suðuroyar Musikkskúla.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2025/2026.
Lærara at undirvísa skúlaflokkum í sangi 6 tímar um vikuna í Suðuroyar Musikkskúla.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2025/2026.
Lærara at undirvísa í orgulspæli á 3 ára prelimineru orgulleikaraútbúgvingini 8 tímar um vikuna í Tórshavnar Musikkskúla.
Lærarin skal eisini kunna undirvísa í klaveri.
Næmingar kunnu vera úr øllum landinum.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2025/2026.
Lærara at hava klassiskt klaverfylgispæl við næmingum 8 tímar um vikuna við starvseting í musikkskúlaskipanini.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2025/2026.
Lærara at undirvísa í gittara og rytmiskum samanspæli 5,5 tímar um vikuna í Fuglafjarðar Musikkskúla.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2025/2026.
Lærara at undirvísa í gittara og rytmiskum samanspæli 5,5 tímar um vikuna í Norðljómi.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2025/2026.
Lærara at undirvísa í elbassi 3 tímar um vikuna í Norðurstreymoyar Musikkskúla.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2025/2026.
Lærara at undirvísa í elbassi, kontrabassi og rytmiskum tónleiki 4 tímar um vikuna í Musikkskúlanum í Vágum, 4 tímar um vikuna í Tórshavnar Musikkskúla og 4 tímar um vikuna í Klaksvíkar Tónlistaskúla.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2025/2026.
Lærara at undirvísa í cello 6 tímar um vikuna í Tórshavnar Musikkskúla og 4 tímar um vikuna í Klaksvíkar Tónlistaskúla.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2024/2025.
Lærara at hava musikkspælistovu 3 tímar um vikuna í Klaksvíkar Tónlistaskúla.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2025/2026.
Lærara at undirvísa í fagott og klassiskum samanspæli 5 tímar um vikuna í Tórshavnar Musikkskúla.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2025/2026.
Lærara at undirvísa í klaveri 5 tímar um vikuna í Nes Sóknar Musikkskúla.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2025/2026.
Lærara at undirvísa í messingljóðførum 3,5 tímar um vikuna í Nes Sóknar Musikkskúla.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2025/2026.
Lærara at hava musikkspælistovu 3 tímar um vikuna í Nes Sóknar Musikkskúla.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2025/2026.
Lærara at undirvísa í blokkfloytu, klarinett, saxofon og samanspæli 6 tímar um vikuna í Musikkskúlanum í Vágum.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2025/2026.
Lærara at undirvísa í klaveri og rytmiskum tónleiki 7 tímar um vikuna í Tórshavnar Musikkskúla.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2025/2026.
Lærara til byrjanarundirvísing í messingljóðførum við 5 ára gomlum í samstarvi við barnagarð 3 tímar um vikuna í Tórshavnar Musikkskúla.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2025/2026.
Lærara at undirvísa í blokkfloytu, klaveri og samanspæli 4 tímar um vikuna í Musikkskúlanum á Viðareiði.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2025/2026.
Lærara at hava musikkspælistovu 3 tímar um vikuna í Tórshavnar Musikkskúla.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2024/2025.
Meira fæst at vita hjá Martin Mouritsen tlf 216462 Lokið prógv frá musikkkonservatorium krevst.
Lønar- og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Musikklærarafelag.
Umsóknarfreist: 14.
mai 2025.
Umsókn við prógvi og viðkomandi skjølum skal sendast til: Musikkskúlaskipan Føroya att: Martin Mouritsen, musikkskúlastjóri Hoyvíksvegur 72, Box 9, FO 110 Tórshavn tlf 216462