The Athlete s Foot søkir handilsleiðara til handlin hjá okkum í hjartanum í Havn.
Dámar tær sneakers og ítrottamóta, so er tað møguliga tær vit leita eftir.
Um starvið: Sum handilsleiðari hevur tú ábyrgd av handlinum, sum hevur eitt stórt og breitt úrval av sneakers og ítrottamóta.
Tú fært ábyrgd av at vøruúrvalið altíð er nøktandi, bæði í handlinum og á nethandli okkara.
Harumframt skat tú tryggja, at tænastan til okkara kundar altíð er góð.
Arbeiði fevnir harafturat um at bíleggja vørur og at vera við á ferðum at vitja okkara veitarar.
Vit vænta, at tú: ert arbeiðsom/samur.
kanst arbeiða sjálvstøðugt.
ynskir at skapa úrslit.
at tú hevur góðan kunnleika til sosialar miðlar.
(Instagram-Facebook) ert opin og fyrikomandi.
Tað er ein fyrimunur at hava royndir í handli.
Løn er sambært førleikum og eftir avtalu.
Skrivligar umsóknir og C.V.
sendast til Áhugaðir umsøkjarar kunnu frætta nærri um starvið við at seta seg í samband við Jakob Dam, á tel (+298) 235350.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær.