Post Job Free
Sign in

Umsjónarfólk til tyrlupallin í Svínoy

Company:
Landsverk
Location:
Faroe Islands
Posted:
April 15, 2025
Apply

Description:

Landsverk søkir eftir fólki til parttíðarstarv á tyrlupallinum í Svínoy.

Arbeiðsuppgávur - Tyrluavgreiðsla - Fyrireiking av pallinum og avgreiðsla av ferðafólki og farmi - Røkt av tyrlupallinum - Veiting av øðrum tænastum viðvíkjandi tyrluna.

Førleikakrøv Starvið ber við sær, at ein fylgir nógvum fastløgdum mannagongdum.

Tí er umráðandi, at tú hevur yvirlit og hevur áhuga í at arbeiða eftir fyriskrivaðum reglum og mannagongdum.

Harumframt skal tú hava telduførleikar, soleiðis at tú kanst samskifta umvegis teldupost og brúka rokniark á byrjunarstøði.

Tú ert fyrikomandi, dugir væl við fólki og tímir at hava við ferðafólk at gera.

Harafturat vænta vit, at tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert arbeiðssam/ur, dugnalig/ur og vælskipað/ur.

Tað er ein treyt, at tú luttekur í førleikamenning, ið stovnurin ella okkara samstarvspartar skipa fyri.

Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Talan er um tímalønt parttíðarstarv, har arbeiðstíðirnar eru treytaðar av tyrluflúgvingini.

Vanlig rutuflúgving er mikudag, fríggjadag og sunnudag, og um summarið eisini mánadag.

Henda avgreiðslan tekur umleið 6-8 tímar um vikuna.

Afturat hesum kemur, at tyrlupallurin skal vera opin í sambandi við aðra tyrluflúgving, t.e.

leigutúrar, leiting & bjarging v.m.

Umsóknir Umsókn við lívsrensli (cv) kann sendast umvegis heimasíðu okkara og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 30.

apríl 2025 Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Dan Sofus Hofgaard, deildarleiðara, á tel.

290 873 ella umvegis teldupost .

Apply