Post Job Free
Sign in

Spennandi starv sum námsfrøðingur

Company:
Lítliskúli
Location:
Faroe Islands
Posted:
April 17, 2024
Apply

Description:

Um starvið Starvið er 30 tímar um vikuna at byrja 12.

august 2024.

Talan er um starv, har lærari og námsfrøðingur samstarva um menning og læring av børnum í forskúla.

Tann, sum verður settur skal vera: útbúgvin námsfrøðingur ella hava námsfrøðiligar royndir úr forskúla jalig/ur, opin og løtt/lættur at samstarva við kreativ/ur duga væl við børnum og leggja dent á námsfrøðiliga og fakliga menning hava árræði til at taka ábyrgd fús/ur at átaka sær fjølbroyttar uppgávur stundislig/ur og nærløgd/nærlagdur Løn- og setanartreytir Løn og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/KAF og Føroya Pedagogfelag.

Setanin er frá 12.august 2024.

Setanarbrotið er 0,75.

Setanin er í fyrstu atløgu í eitt ár, men um báðir partar ynskja hetta, er møguleiki fyri føstum starvi.

Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum ummælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi 3.mai 2024 kl.12.00.

Umsóknir verða sendar til viðmerk “Námsfrøðingur í forskúla". Hevur tú spurningar til starvið ella um skúlan, kanst tú venda tær til skúlaleiðara, Gunvør Hofgaard, tel.

212886.

Um Lítlaskúla Lítliskúli er frískúli í Tórshavn, sum liggur í náttúruríkum umhvørvi við Hoyvíksvegin, bert 100 metur frá Hoyvíkstjørn og 500 metur frá miðbýnum.

Í Lítlaskúla ganga skúlaárið 2024/2025 uml.

85 næmingar í forskúla – 6.flokki.

Lítliskúli er eitt samskipað skúlatilboð, har forskúli, skúli, frítíðarskúli renna saman í eina heild.

Námsfrøðiliga grundarlagið er heildarmenning, og vangamyndin er útilív, kreativitetur og rørsla.

Børnini í Lítlaskúla skulu sleppa at brúka bæði høvur og hendur og sítt skapandi hugflog.

Vit leggja tí dent á verkligar tilgongdir, har fakliga innihaldið í so stóran mun sum til ber, verður tongt at ítøkiligum avrikum og upplivingum.

Apply