Kundi tú hugsað tær eina fjølbroytta og læruríka útbúgving við serkunnleika innan ráðgeving og handfaring av heilivági?
So eru sjey lærupláss sum farmakonomur leys at søkja: 4 á Tjaldurs Apoteki 1 á Suðuroyar Apoteki 1 á Norðoya Apoteki, har tú ein part av lærutíðini kemur at starvast á Vága Apoteki.
1 sum kombinæmingur á Vága Apoteki, har tú ein part av lærutíðini kemur at starvast á Framleiðsluapotekinum og á Norðoya Apoteki.
Farmakonomútbúgvingin er fjøltáttað.
Tú lærir m.a.
um kroppin, heilivág, heilivágsframleiðslu, lóggávu, góðskustýring, samskifti og marknaðarføring.
Um læruplássini Sum farmakonomnæmingur á apotekinum kemur tú at ráðgeva og leiðbeina viðskiftafólki í samband við útflýggjan av heilivági og apoteksvørum.
Harafturat kemur tú at veita tænastur til læknar, tannlæknar, djóralæknar, røktarheim og bústovnar.
Sum kombinæmingur kemur tú umframt at arbeiða á apotekinum, eisini at verða knýttur at Framleiðsluapotekinum og Sjúkrahúsverkinum.
Á Framleiðsluapotekinum lærir kombinæmingurin um framleiðslu av heilivági, pakking av heilivági í skamtanarposar og góðskutrygging av heilivágsframleiðslu.
Farmakonomútbúgvingin tekur 3 ár og skiftir millum arbeiði á apotekinum og skúla á skeiðsdeplinum, Pharmakon, í Hillerød.
Útbúgvingin telur 180 ECTS.
Lærutíðin er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Farmakonomforeningen.
Les meira á farmakonomuddannelsen.dk.
Til farmakonomútbúgvingina krevst, at tú: hevur miðnámsprógv ella prógv sum heilsurøktari hevur áhuga í sølu og brennir fyri at veita góða tænastu ert røkin, væl skipað/ur og góðskutilvitað/ur dámar nýggjar avbjóðingar ert búgvin og tekur ábyrgd dugir væl at samskifta á føroyskum og donskum í bæði skrift og talu hevur góð samstarvsevni Lærutíðin byrjar 1.
september 2026.
Møguleiki er, at tú byrjar sum hjálparfólk 15.
mai ella eftir avtalu.
Á apotekinum er okkara aðalmál altíð at veita bestu tænastuna.
Stórur dentur verður lagdur á dagførda kunning og samskifti við viðskiftafólk.
Hetta krevur, at tú sum útbúgvin farmakonomur støðugt verður førleikamentur.
Nærri kunning Eru spurningar ert tú vælkomin at ringja á tlf.
404040 ella skriva til: Jonu Thune, millumleiðara á Norðoya Apoteki, á Duritu Rask Olsen, apotekara á Suðuroyar Apoteki, á Beintu Joensen, deildarleiðara á Tjaldurs Apoteki, á Elisabeth Joensen Næs, deildarleiðara á Framleiðsluapotekinum, á Umsóknir Umsóknir saman við viðkomandi prógvi og lívsrensli skulu sendast við at trýsta á leinkið í seinasta lagi 19.
apríl 2026.
Umsókn til Tjaldurs Apotek – leinki Umsókn til Suðuroyar Apotek – leinki Umsókn til Norðoya Apotek – leinki Umsókn til Vága Apotek – leinki Sí nærri um Apoteksverkið á