Post Job Free
Sign in

Verður tú námsfrøðingur í summar

Company:
Klaksvíkar Kommuna
Location:
Faroe Islands
Posted:
May 15, 2024
Apply

Description:

Ella hevur tú hug at royna okkurt nýtt?

HYGG HER!

Barnahúsið Margit søkir eftir tveimum námsfrøðingum, atstøðingum ella hjálparfólkum at byrja 7.

august 2024 ella eftir nærri avtalu.

Starvstíðin er 30 tímar um vikuna.

Um ynski er um annan brøk, eru umsøkjarar vælkomnir at viðmerkja tað.

Størv eru leys bæði í vøggustovu og barnagarðsstovum.

Barnahúsið Margit er ein kommunalur dagstovnur.

Vit hava tvær vøggustovur, tvær barnagarðsstovur og eina serstovu.

Barnahúsið Margit er normerað til 62 børn.

Vit hava eina menningarætlan, sum er grundarlagið undir okkara námsfrøðiliga arbeiði; harumframt síggja vit stórt virði í viðurkenning og inklusión í arbeiðnum.

Vit arbeiða eisini við “Betri Vinir”, sum er eitt arbeiðsamboð til at fyribyrgja happing.

Les meira um menningarætlanina her: Vit kunnu bjóða tær eitt gott arbeiðspláss við støðuføstum starvsfólkum og nógvum fittum børnum.

Vit ynskja, at tú: • hevur ein savnandi hugburð • ert opin, erlig/ur og fyrikomandi • hevur lætt og jaligt lyndi • dugir at seta í gongd • leggur teg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag • vilt vera við til at mynda stovnin námsfrøðiliga • ert tilvitað/ur um menning fyri tað einstaka barnið • ert týðilig/ur í samskifti og leggur dent á gott samstarv Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya (KAF). Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ann Mari E.

Kjølbro, leiðara, á telduposti: ella tlf.

284530.

Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Starvsfólk til Barnahúsið Margit Umsókn saman við avriti av prógvi, cv og møguligum starvsváttanum skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 12.

juni 2024.

Um tú fært prógv í summar, so verður tað sent við, tá tú hevur fingið tað.

sí lýsing her

Apply